Bíblian svarar

Ja. Bíblian, sum er ein gomul bók við nógvum vísum ráðum, svarar lívsins stóru spurningum, og hon kann hjálpa tær at gerast glaðari og meira nøgdur. Her eru nakrir spurningar, sum hon svarar:

  1. Er ein skapari til? Bíblian sigur, at Gud „hevur skapt alt“. (Opinberingin 4:11) Av tí at Gud hevur skapt okkum, veit hann, hvat skal til, fyri at vit kunnu hava tað gott og gleðast um lívið.

  2. Leggur Gud nakað í meg? Summi halda, at Gud ikki leggur í okkum menniskju, men Bíblian sigur: „Hann er ikki langt frá nøkrum av okkum.“ (Ápostlasøgan 17:27) Hann er áhugaður í, hvussu tað gongst tær og vil fegin hjálpa tær at fáa eitt gott lív. – Esaias 48:17, 18; 1. Pætursbræv 5:7.

  3. Hvussu kann tað at kenna Gud geva mær eitt betri lív? Gud hevur skapt okkum við einum andaligum tørvi, eini tráan eftir at skilja meiningina við lívinum. (Matteus 4:4) Okkara andaligi tørvur ger eisini, at vit fegin vilja kenna skaparan og vera vinir við hann. Gud verður glaður, tá ið tú roynir at læra hann at kenna, tí Bíblian sigur: „Haldið tykkum nær til Gud, so skal Hann halda Seg nær til tykkara.“ – Jákupsbrævið 4:8.

Milliónir av menniskjum hava fingið eitt betri lív og eru blivin meira nøgd, eftir at tey hava lært Gud at kenna og fingið tætt samband við hann. Hóast tað at kenna Gud ikki ger, at títt lív verður heilt uttan trupulleikar, kann vísdómurin í Bíbliuni hjálpa tær, at ...

Nógvir átrúnaðir, sum brúka Bíbliuna, fylgja ikki tí, sum stendur í henni. Men tann sanni átrúnaðurin, sum heldur seg til tað, Bíblian veruliga lærir, kann hjálpa tær at læra Gud at kenna.