Far beinleiðis til innihaldið

Er Gud ein ópersónlig kraft?

Er Gud ein ópersónlig kraft?

Bíblian svarar

Gud hevur eina ómetaliga kraft, sum hann brúkar í øllum alheiminum. Bíblian nevnir, hvussu hann skapti tær óteljandi stjørnurnar og sigur: „Lyftið eygum tykkara móti hæddini og hyggið! – Hvør hevur skapt alt hetta? Tað er Hann, ið førir her teirra út í ásettum tali og rópar tey øll við navni; so stór eru kraft og veldi Hansara, at ikki eitt saknast!“ – Esaias 40:25, 26.

Men Gud er nógv meira enn ein sterk kraft. Bíblian sigur, at hann hevur kenslur, til dømis kærleika og hatur. (Sálmur 11:5; Jóhannes 3:16) Hon vísir eisini, at atburðurin hjá menniskjum kann ávirka kenslurnar hjá Gudi. – Sálmur 78:40, 41.