Far beinleiðis til innihaldið

Kann Bíblian hjálpa mær at fáa eitt gott familjulív?

Kann Bíblian hjálpa mær at fáa eitt gott familjulív?

Bíblian svarar

Ja. Her eru nøkur góð ráð í Bíbliuni, sum hava hjálpt milliónum at fáa eitt gott familjulív:

  1. Giftist. Grundarlagið fyri einum góðum familjulívi er, at maður og kona gifta seg og lova hvørjum øðrum lívlangan trúskap. – Matteus 19:4-6.

  2. Vísið kærleika og virðing. Tað fevnir millum annað um, at tú skalt vera móti tínum hjúnafelaga, sum tú vilt, at hann ella hon skal vera móti tær. – Matteus 7:12; Efesusbrævið 5:25, 33.

  3. Brúkið ikki harðlig orð. Royn at tosa vinarliga, hóast hjúnafelagin sigur ella ger okkurt, sum særir teg. (Efesusbrævið 4:31, 32) Tað er satt, sum Bíblian sigur í Orðtøkunum 15:1: „Milt svar stillar bræði, men særandi orð vekur vreiði.“

  4. Verið trúgv móti hvørjum øðrum. Hav bara romantiskar og seksuellar kenslur fyri tínum hjúnafelaga. (Matteus 5:28) Bíblian sigur: „Hjúnabandið veri hildið í æru hjá øllum, og hjúnasongin veri ódálkað.“ – Hebrearabrævið 13:4.

  5. Uppalið tykkara børn í kærleika. Verið hvørki ov lagalig ella ov strang. – Orðtøkini 29:15; Kolossebrævið 3:21.