Far beinleiðis til innihaldið

Eru illir andar til?

Eru illir andar til?

Bíblian svarar

Ja. Illir andar eru einglar, sum hava syndað, andaskapningar, sum hava gjørt uppreistur móti Gudi. (2. Pætursbræv 2:4) Fyrsti eingilin, ið gjørdi seg til ein illan anda, var Satan Djevulin, sum Bíblian nevnir „høvdinga hinna illu anda“. – Matteus 12:24, 26.

Uppreisturin á døgum Nóa

Í Bíbliuni stendur, at nakrir einglar gjørdu uppreistur, áðrenn vatnflóðina á døgum Nóa: „Gudssynirnir [sóu], at menniskjadøturnar vóru vakrar, og teir tóku sær konur, so mangar sum teimum lysti.“ (1. Mósebók 6:2) Hesir óndu, ella falnu, einglarnir „góvu upp sín egna bústað“ í himli og fingu sær mannakroppar, tí teir vildu hava sex við kvinnum. – Judasarbrævið 6.

Tá ið vatnflóðin kom, fóru hesir óndu einglarnir úr mannakroppunum og aftur til himmals. Men teir sluppu ikki longur at hoyra til Guds himmalsku familju. Og revsingin bar eisini í sær, at teir ongantíð aftur kundu fáa sær mannakroppar. – Efesusbrævið 6:11, 12.