Far beinleiðis til innihaldið

Er Jesus hin alvaldi Gud?

Er Jesus hin alvaldi Gud?

Bíblian svarar

 Mótstøðumenninir hjá Jesusi ákærdu hann fyri at javnseta seg sjálvan við Gud. (Jóhannes 5:18; 10:30-33) Men Jesus segði seg ongantíð vera á jøvnum føti við hin alvalda Gud. Hann segði: „Faðirin er størri enn Eg.“ – Jóhannes 14:28.

 Fyrstu lærisveinarnir hjá Jesusi høvdu ikki ta fatan, at hann var javnlíkur hinum alvalda Gudi. Til dømis skrivaði Paulus ápostul, at Gud eftir Jesu uppreisn ’setti Hann [Jesus] ógvuliga høgt’. Tað er greitt, at Paulus ikki trúði, at Jesus var hin alvaldi Gud. Tí hvussu skuldi Gud annars kunna seta Jesus ógvuliga høgt? – Filippibrævið 2:9.