Er Djevulin veruliga til?

Er Djevulin veruliga til?

Bíblian svarar

 Ja, Djevulin er til. Hann er „høvdingi heimsins“, ein andaskapningur, sum bleiv óndur og gjørdi uppreistur móti Gudi. (Jóhannes 14:30; Efesusbrævið 6:11, 12) Bíblian avdúkar persónleikan hjá Djevulinum við at navngeva og lýsa hann á henda hátt:

Ikki tað ónda innan í okkum

 Summi siga, at Satan Djevulin er tað ónda innan í okkum. Men í Bíbliuni kunnu vit lesa eina samrøðu millum Gud og Satan. Gud er fullkomin, so hann kann ikki hava tosað við eina ónda síðu av sær sjálvum. (5. Mósebók 32:4; Job 2:1-6) Satan freistaði eisini Jesus, sum ikki hevur synd í sær. (Matteus 4:8-10; 1. Jóhannesarbræv 3:5) Bíblian vísir soleiðis, at Djevulin er ein veruligur persónur og ikki bara ein ímynd av óndskapi.

 Skuldi tað komið óvart á okkum, at nógv ikki trúgva, at Djevulin er til? Als ikki, tí Bíblian sigur, at Satan brúkar svik til at røkka sínum málum. (2. Tessalonikabræv 2:9, 10) Eitt av hansara svikum, sum hevur riggað allarbest, er nettupp at fáa fólk at halda, at hann ikki er til. – 2. Korintbræv 4:4.

Fleiri misskiljingar um Djevulin

Søgn: Lusifer er eitt annað navn fyri Djevulin.

 Sannroynd: Hebraiska orðið, sum í nøkrum bíblium er umsett „Lusifer“, merkir „tann lýsandi“. (Esaias 14:12) Samanhangið vísir, at henda orðingin sipar til teir bábylonsku kongarnar, sum Gud skuldi eyðmýkja vegna stoltleika. (Esaias 14:4, 13-20) Orðingin „tann lýsandi“ varð brúkt til at spotta bábylonsku kongsættina, eftir at hon var fallin.

 Søgn: Gud brúkar Satan til at freista, ella royna, menniskju.

 Sannroynd: Djevulin er fíggindi Guds, ikki tænari hansara. Satan Djevulin stríðist ímóti tænarum Guds og kemur við følskum ákærum ímóti teimum. – 1. Pætursbræv 5:8; Opinberingin 12:10.