Hvat skuldi eyðkenna teir ’síðstu dagarnar’, ella ’endans tíð’?
Bíblian svarar
Bíblian lýsir ymiskar hendingar og viðurskifti, sum skuldu eyðkenna ’endan á tíðini’. (Matteus 24:3) Bíblian rópar hetta tíðarskeiðið ’síðstu dagarnar’ og ’endans tíð’. (2. Timoteusarbræv 3:1; Dániel 8:19) Her eru nøkur serlig eyðkenni fyri teir síðstu dagarnar, ella endans tíð, sum verða nevnd í profetium í Bíbliuni:
Kríggj víða hvar. – Matteus 24:7; Opinberingin 6:4
Hungursneyð. – Matteus 24:7; Opinberingin 6:5, 6
Stórir jarðskjálvtar. – Lukas 21:11
Pestur, ella farsóttir. – Lukas 21:11
Brotsverk. – Matteus 24:12
Menniskju oyðileggja jørðina. – Opinberingin 11:18
Menniskju broytast til tað verra. Nógv eru „ótakksom, vanheiløg ... óálítandi, baktalandi, ófráhaldandi, ómild, uttan kærleika til hitt góða, svikafull, hugsanarleys, uppblást“. – 2. Timoteusarbræv 3:1-4
Familjur syndrast. Nógv eru „kærleiksleys“, og børn eru „foreldrum ólýðin“. – 2. Timoteusarbræv 3:2, 3
Kærleikin til Gud kólnar hjá teimum flestu. – Matteus 24:12
Átrúnaðarligt hykl er týðiligt. – 2. Timoteusarbræv 3:5
Størri fatan av profetiunum í Bíbliuni, eisini av teimum, sum snúgva seg um teir síðstu dagarnar. – Dániel 12:4
Tey góðu tíðindini um Guds ríki verða boðað um allan heimin. – Matteus 24:14
Nógv eru líkasæl og leggja ikki í prógvini fyri, at endin nærkast, og nøkur gera enntá gjøldur burtur úr tí. – Matteus 24:37-39; 2. Pætursbræv 3:3, 4
Allar hesar profetiirnar ganga út samstundis, ikki bara nakrar av teimum. – Matteus 24:33
Liva vit á „síðstu døgum“?
Ja. Viðurskiftini í heiminum og tíðarrokningin í Bíbliuni vísa, at teir síðstu dagarnir byrjaðu í 1914. Tá fór Guds ríki at ráða í himli, og eitt tað fyrsta, sum hendi eftir tað, var, at Satan Djevulin og hansara óndu einglar blivu blakaðir út úr himli. (Opinberingin 12:7-12) Síðani tá hava teir bara kunnað gjørt um seg á jørðini.
Tað sæst, at Satan hevur ávirkað menniskjuni, tí viðurskiftini í heiminum eru nógv versnað. Hetta ger, at teir síðstu dagarnir eru torførir at klára. – 2. Timoteusarbræv 3:1.