Far beinleiðis til innihaldið

Er læran ’eina ferð frelstur, altíð frelstur’ bíbilsk?

Er læran ’eina ferð frelstur, altíð frelstur’ bíbilsk?

Bíblian svarar

Nei, trúarlæran ’eina ferð frelstur, altíð frelstur’ stendur ikki í Bíbliuni. Tey, sum eru frelst við trúgv á Jesus Kristus, kunnu missa trúnna og harvið frelsuna. Bíblian sigur, at vit mugu „berjast fyri trúnni“. Tað krevur altso nakað av okkum at varðveita trúnna. (Judasarbrævið 3, 5) Tey fyrstu kristnu, sum longu høvdu tikið ímóti Jesusi, fingu hesi boð: „Arbeiðið ... við ótta og bivan uppá frelsu tykkara.“ – Filippibrævið 2:12.

Bíbliuørindi, sum mótprógva læruna ’eina ferð frelstur, altíð frelstur’

  • Bíblian ávarar okkum ímóti álvarsligum syndum, sum forða okkum í at koma inn í Guds ríki. (1. Korintbræv 6:9-11; Galatiabrævið 5:19-21) Slíkar ávaringar geva onga meining, um vit ikki kunnu missa frelsuna. Bíblian vísir, at tey, sum eru frelst, kunnu falla frá, um tey aftur fara at synda álvarsliga. Til dømis sigur Hebrearabrævið 10:26: „Synda vit við vilja eftir at hava lært sannleikan at kenna, so er einki offur longur fyri syndir.“ – Hebrearabrævið 6:4-6; 2. Pætursbræv 2:20-22.

  • Við einum líknilsi legði Jesus dent á, hvussu umráðandi tað er at halda fast við trúnna. Hann samanbar seg sjálvan við eitt víntræ og lærisveinarnar við greinarnar á tí. Summir av lærisveinunum bóru at byrja við ávøkst, altso vístu sína trúgv á hann í verki. Men seinni hildu teir uppat við tí og ’vórðu kastaðir út sum grein’, ið ikki ber ávøkst, tað vil siga, at teir mistu frelsuna. (Jóhannes 15:1-6) Paulus ápostul brúkti eina líknandi mynd, tá ið hann segði, at kristin, sum ikki halda fast við trúnna, ’verða høgd av’. – Rómbrævið 11:17-22.

  • Kristin hava fingið hesi boð: „Vakið.“ (Matteus 24:42; 25:13) Tey, sum sovna andaliga, antin tí tey gera „verk myrkursins“, ella tí tey ikki heilhugað gera eftir Jesu boðum, missa frelsuna. – Rómbrævið 13:11-13; Opinberingin 3:1-3.

  • Nógv bíbliuørindi vísa, at tey, sum eru frelst, mugu verða verandi trúføst líka til endan. (Matteus 24:13; Hebrearabrævið 10:36; 12:2, 3; Opinberingin 2:10) Tey kristnu í fyrstu øld blivu glað, tá ið tey hoyrdu, at teirra trúarfelagar hildu fast við trúnna. (1. Tessalonikabræv 1:2, 3; 3. Jóhannesarbræv 3, 4) Hví skuldi Bíblian lagt so stóran dent á trúfesti og áhaldni, um tey, sum ikki hildu út, blivu frelst kortini?

  • Ikki fyrr enn Paulus visti, at hann skjótt skuldi doyggja, var hann vísur í, at hann bleiv frelstur. (2. Timoteusarbræv 4:6-8) Fyrr í lívinum ásannaði hann, at hann kundi missa frelsuna, um hann gav eftir fyri holdligum ynskjum. Hann skrivaði: „Eg kúgi likam mítt og haldi tað í trældómi, fyri at eg, sum prædikað havi fyri øðrum, skal ikki sjálvur verða vrakaður.“ – 1. Korintbræv 9:27; Filippibrævið 3:12-14.