Far beinleiðis til innihaldið

Doyði Jesus á einum krossi?

Doyði Jesus á einum krossi?

Bíblian svarar

Nógv meta krossin at hava stóran týdning í kristindóminum. Men Bíblian gevur ikki nakra nágreiniliga lýsing av avrættingaramboðnum, sum varð brúkt í sambandi við deyða Jesusar, og tí kann eingin við vissu siga, hvussu tað sá út. Kortini gevur Bíblian eina ábending um, at Jesus ikki doyði á einum krossi, men á einum steyra.

Bíblian brúkar vanliga grikska orðið staurosʹ, tá ið hon vísir til avrættingaramboðið, sum Jesus doyði á. (Matteus 27:40; Jóhannes 19:17) Hóast hetta orðið ofta verður umsett „krossur“, eru bíbliugranskarar á einum máli um, at grundtýdningurin er „upprættur steyri“. * Sambært einum leksikon merkir staurosʹ „ongantíð tveir træbjálkar, sum eru settir upp á tvørs í einum ella øðrum vinkli“. – A Critical Lexicon and Concordance to the English and Greek New Testament.

Bíblian brúkar eisini grikska orðið xyʹlon sum samheiti fyri staurosʹ. (Ápostlasøgan 5:30; 1. Pætursbræv 2:24) Hetta orðið merkir „viður“, „timbur“, „steyri“ ella „træ“. * The Companion Bible kemur tí til hesa niðurstøðu: „Í grikska tekstinum í NT [Nýggja testamenti] er als einki, sum bendir á, at talan kann vera um tveir træbjálkar.“

Góðkennir Gud, at krossurin verður brúktur í sambandi við tilbiðing?

Crux simplex – latínska orðingin fyri ein einsamallan steyra at heingja ein brotsmann á

Uttan mun til hvørjum Jesus doyði á, vísa sannroyndirnar og bíbliuørindini niðanfyri, at vit ikki eiga at brúka krossin, tá ið vit tilbiðja Gud.

  1. Gud góðkennir ikki tilbiðing, har myndir ella lutir verða brúktir, harímillum krossurin. Gud gav ísraelsmonnum boð um, at teir ikki máttu brúka ’avgudamyndir av nøkrum slagi’ í tilbiðingini, og kristin hava fingið boð um at ’halda seg burtur frá avgudatilbiðjan’. – 5. Mósebók 4:15-19; 1. Korintbræv 10:14, Nýggi Sáttmálin.

  2. Tey fyrstu kristnu brúktu ikki krossin í síni tilbiðing. * Øll kristin eiga at taka eftir ápostlunum og fylgja tí, sum teir lærdu. – 2. Tessalonikabræv 2:15.

  3. At brúka krossin í sambandi við tilbiðing hevur heidnan uppruna. * Fleiri hundrað ár eftir at Jesus var deyður, tá ið kirkjurnar vóru farnar frá hansara læru, fingu nýggir kirkjulimir „í stóran mun loyvi til at brúka síni egnu heidnu merki og ímyndir“, harímillum krossin. (The Expanded Vine’s Expository Dictionary of New Testament Words) Men Bíblian góðtekur ikki, at heidnar ímyndir verða brúktar til at fáa nýggjar limir. – 2. Korintbræv 6:17.

^ par. 4New Bible Dictionary, triðju útgávu, endurskoðað av D.R.W. Wood, síðu 245; Theological Dictionary of the New Testament, bind VII, síðu 572; The International Standard Bible Encyclopedia, endurskoðaðu útgávuna, bind 1, síðu 825; og The Imperial Bible-Dictionary, bind II, síðu 84.

^ par. 5The Expanded Vine’s Expository Dictionary of New Testament Words, síðu 1165; A Greek-English Lexicon, eftir Liddell og Scott, níggjundu útgávu, síðurnar 1191-1192; og Theological Dictionary of the New Testament, bind V, síðu 37.

^ par. 9Encyclopædia Britannica, 2003, undir „Cross“; The Cross Its History and Symbolism, síðu 40; og The Companion Bible, Oxford University Press, uppískoyti 162, síðu 186.

^ par. 10The Encyclopedia of Religion, bind 4, síðu 165; The Encyclopedia Americana, bind 8, síðu 246; og Symboler omkring os, síðurnar 254-260.