Bíblian svarar

Ja, tí besta hjálpin kemur frá Gudi, „sum troystar tey, ið niðurboygd eru“. – 2. Korintbræv 7:6.

Hvørja hjálp gevur Gud teimum, sum hava tunglyndi?

  • Styrki. Gud troystar og styrkir teg. Hann beinir ikki fyri øllum tínum trupulleikum, men hann svarar tínum bønum, tá ið tú biður um hjálp til at halda út. (Filippibrævið 4:13) Tú kanst vera vísur í, at hann lurtar eftir tær, tí Bíblian sigur: „HARRIN er teimum nær, sum hava sundurbrotið hjarta, Hann frelsir tey, sum hava sundursoraðan anda.“ (Sálmur 34:19) Gud hoyrir títt neyðarróp, sjálvt um tú ikki dugir at seta orð á tínar kenslur. – Rómbrævið 8:26, 27.

  • Góðar fyrimyndir. Ein bíbliuskrivari bað soleiðis til Gud: „Úr djúpinum rópi eg til Tín.“ Tá ið hesin bíbliuskrivarin var tungur í huga, uggaði tað hann at hugsa um, at Gud ikki vil, at vit skulu vera plágað av skuldarkenslum. Harafturímóti segði hann við Gud: „Gavst Tú misgerðum gætur, HARRI, hvør varð tá standandi, Harri! Men hjá Tær er syndafyrigeving, fyri at ótti skal vera fyri Tær.“ – Sálmur 130:1, 3, 4.

  • Vón. Umframt at Gud uggar okkum nú, hevur hann eisini givið lyfti um at beina fyri øllum trupulleikum, sum elva til tunglyndi. Tá ið hann uppfyllir hetta lyftið, skal „hitt fyrra [til dømis tunglyndi] ... ikki verða minst, ongum skal aftur koma tað í hug“. – Esaias 65:17.

Gev gætur: Hóast vit sum Jehova vitni viðurkenna hjálpina frá Gudi, taka vit eisini ímóti læknaviðgerð fyri ymiskar sjúkur, eitt nú tunglyndi. (Markus 2:17) Hinvegin mæla vit ikki til nakra ávísa læknaviðgerð. Vit halda, at hvør einstakur eigur at taka sína egnu avgerð.