Far beinleiðis til innihaldið

Er Djevulin atvoldin til allar líðingar?

Er Djevulin atvoldin til allar líðingar?

Bíblian svarar

 Bíblian avdúkar, at Satan Djevulin er ein veruligur persónur, og at hann eins og ein brotsmaður við stórum valdi fremur sín vilja við ’lygn’ og ’sviki’. Ja, hann „skapir seg jú um til eingil ljóssins“, sigur Bíblian. (2. Tessalonikabræv 2:9, 10; 2. Korintbræv 11:14) Alt tað ónda, sum Djevulin voldir, vísir týðiliga, at hann er til.

 Men Djevulin er ikki atvoldin til allar líðingar. Hví kunnu vit siga tað? Gud skapti menniskjuni soleiðis, at tey kunnu velja, um tey vilja gera gott ella ilt. (Josva 24:15) Tá ið vit taka vánaligar avgerðir, koma vit at líða undir avleiðingunum. – Galatiabrævið 6:7, 8.