Hvat sigur Bíblian um aktiva deyðshjálp?
Bíblian svarar
Bíblian sigur einki beinleiðis um aktiva deyðshjálp. a Men tað, sum hon sigur um lívið og deyðan, endurspeglar javnvág. Tað er als ikki í lagi at taka lívið av einum menniskja, men tað er ikki eitt krav, at mann fyri ein og hvønn prís roynir at leingja lívið hjá einum, sum liggur fyri deyðanum.
Bíblian sigur, at Gud er okkara skapari, „kelda lívsins“. (Sálmur 36:10; Ápostlasøgan 17:28) Í Guds eygum er lívið sera dýrabart. Tí fordømir Gud bæði tað at taka lívið av øðrum og at taka sítt egna lív. (2. Mósebók 20:13; 1. Jóhannesarbræv 3:15) Haraftrat vísir Bíblian, at vit mugu taka tey fyrivarni, sum eru neyðug fyri at verja okkara egna lív og lívið hjá øðrum. (5. Mósebók 22:8) Tað er týðiligt, at Gud vil, at vit skulu virða lívsins gávu.
Hvat um onkur liggur fyri deyðanum?
Bíblian góðkennir ikki tað at taka lívið av nøkrum, heldur ikki um viðkomandi er ólekjandi sjúkur og væntandi fer at doyggja skjótt. Tað sæst av døminum við Sauli kongi í Ísrael. Tá ið hann var deyðiliga særdur í bardaga, bað hann vápnasvein sín um hjálp til at doyggja. (1. Sámuelsbók 31:3, 4) Vápnasveinurin noktaði. Men seinni leyg ein annar maður og segði, at hann hevði uppfylt ynskið hjá Sauli. Dávid, sum hevði somu áskoðan sum Gud í hesi søk, dømdi henda mannin at vera blóðsekan. – 2. Sámuelsbók 1:6-16.
Skulu vit gera alt fyri at leingja lívið?
Bíblian krevur ikki, at lívið skal leingjast, tá ið tað er greitt, at ein persónur liggur fyri deyðanum. Nei, áskoðanin í Bíbliuni endurspeglar javnvág. Deyðin er okkara stóri fíggindi – ein avleiðing av, at vit eru syndarar. (Rómbrævið 5:12; 1. Korintbræv 15:26) Vit hava sjálvandi ikki hug at doyggja, men vit skulu heldur ikki vera bangin fyri deyðanum, tí Gud lovar at geva teimum deyðu lívið aftur. (Jóhannes 6:39, 40) Ein, sum vísir virðing fyri lívinum, syrgir fyri at fáa best møguligu læknaviðgerðina. Men tað merkir ikki, at mann skal velja eina viðgerð, sum bara hevur til endamáls at leingja eitt lív, sum er um at sløkna.
Er eingin fyrigeving fyri sjálvmorð?
Bíblian sigur ikki, at eingin fyrigeving er fyri sjálvmorð. Sjálvt um sjálvmorð er ein álvarslig synd, b skilur Gud væl, at sálarligir trupulleikar, ógvisligt trýst og enntá arvaligar sjúkur kunnu hava sjálvmorðstankar við sær. (Sálmur 103:13, 14) Í Bíbliuni uggar Gud tey, sum ikki hava tað gott. Haraftrat sigur Bíblian, „at uppreisn verður, bæði av rættvísum og órættvísum“. (Ápostlasøgan 24:15) Hetta vísir, at tey, sum hava framt álvarslig mistøk, sum til dømis sjálvmorð, hava vón um eina uppreisn.
a Aktiv deyðshjálp, ella miskunnardráp, verður lýst sum: „Gerð, ið elvir til deyða hjá einum øðrum menniskja, oftast við tí fyri eyga at hjálpa einum, sum er ólekjandi sjúkur, so hann sleppur undan sínum líðingum.“ (Den Store Danske Encyklopædi) Tá ið ein lækni hjálpir einum sjúklingi at enda hansara ella hennara lív, verður tað rópt assisterað sjálvmorð.
b Tey fáu sjálvmorðini, sum eru umrødd í Bíbliuni, vórðu framd av nøkrum, sum ikki livdu í samsvari við Guds vilja. – 2. Sámuelsbók 17:23; 1. Kongabók 16:18; Matteus 27:3-5.

