(1. Pætursbræv 2:21)

  1. 1. Ein kærleiksfyrimynd

    var Gud, ið fjaldi synd

    og læt sín son vera bót fyri misgerð.

    Ja, Kristus gjørdist hold,

    varð menniskja á fold,

    bar Gudi heiður í orði og gerð.

  2. 2. Guds orð var honum breyð,

    ein hjálp í sálarneyð,

    úr tí fekk Jesus sær vísdóm og innlit.

    Hann tænti Gudi fyrst,

    var tænari av lyst,

    og beint í hansara spor stíga vit.

  3. 3. Jehova Gud fær prís,

    um vit nú eru vís

    og akta Jesus í allari atferð.

    Har hann breyt okkum slóð,

    vit ganga hugagóð

    og vita, Gud altíð við okkum er.