Stillingar til upplesara

Search

Vel mál

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Far beinleiðis til innihaldið

Jehova vitni

Føroyskt

Syng fyri Jehova — Nýggir sangir

 Sangur 154

Vit halda út líka til endan

Vit halda út líka til endan

Tak niður:

(Matteus 24:13)

  1. Hvussu klára vit

    tær trongdir, Jesus segði frá?

    Sjálvur leið hann nógv,

    men tað, sum hjálpti honum tá,

    var lyftið um gleði,

    sum fyri honum lá.

    (NIÐURLAG)

    Vit halda út við gleði

    og víkja aldri frá,

    tí vónin gevur megi,

    og lív fær tann, ið trúgvur heldur á.

  2. Um á lívsins leið

    vit fáa sorg og stríggin ár,

    eiga vit tó vón

    og hóma gjøgnum sorgartár

    tað frælsið, tann friðin,

    ið grøðir lívsins sár.

    (NIÐURLAG)

    Vit halda út við gleði

    og víkja aldri frá,

    tí vónin gevur megi,

    og lív fær tann, ið trúgvur heldur á.

  3. Aldri gevast vit,

    vit loyva ongum iva inn.

    Nær er dagur Guds,

    tí ræður um at standa stinn.

    Vit bíða við toli

    og styrkja hug og sinn.

    (NIÐURLAG)

    Vit halda út við gleði

    og víkja aldri frá,

    tí vónin gevur megi,

    og lív fær tann, ið trúgvur heldur á.

(Sí eisini Áps. 20:19, 20; Ják. 1:12; 1 Pæt. 4:12-14.)