Stillingar til upplesara

Search

Vel mál

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Far beinleiðis til innihaldið

Jehova vitni

Føroyskt

Syng fyri Jehova — Nýggir sangir

 Sangur 153

Gleðist tú?

Gleðist tú?

Tak niður:

(Hebrearabrævið 13:15)

  1. Gleðist tú innaní,

    tá tú brúkar tína tíð,

    íðin leiðir onnur til

    tann Gud, ið hjálpa vil?

    Prædikar tú sum best,

    veitst tú, Gud skal gera rest;

    sjálvur dregur hann tey inn,

    ið hava eyðmjúkt sinn.

    (NIÐURLAG)

    Vit verða glað, tað er so gott

    at lova Gudi dag og nátt.

    Ja, latið okkum vera vís

    við vørrum ofra prís.

  2. Gleðist tú altíð tá,

    tú fært fólk at steðga á,

    geva orðum tínum far

    og fáa skilligt svar?

    Ein sigur kanska nei,

    annar villist burt av leið,

    men við signing fyri stavn

    vit bera stolt Guds navn.

    (NIÐURLAG)

    Vit verða glað, tað er so gott

    at lova Gudi dag og nátt.

    Ja, latið okkum vera vís

    við vørrum ofra prís.

  3.   Gleðist tú tá um frið,

    veitst, at Gud er altíð við,

    at hann gav tær vit og skil

    og leit tær orð sítt til?

    Tosa vit klárt og greitt,

    um at lív er okkum veitt,

    mennist tann, sum íðin bað

    við røttum hjartalag.

    (NIÐURLAG)

    Vit verða glað, tað er so gott

    at lova Gudi dag og nátt.

    Ja, latið okkum vera vís

    við vørrum ofra prís.

(Sí eisini Áps. 13:48; 1 Tess. 2:4; 1 Tim. 1:11.)