Far beinleiðis til innihaldið

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Jehova vitni

Føroyskt

Syng fyri Jehova — Nýggir sangir

 Sangur 149

Vit takka fyri loysigjaldið

Vit takka fyri loysigjaldið

Tak niður:

(Lukas 22:20)

  1. Jehova, góði Gud,

    vit standa fyri tær,

    sum í kærleiks ríku góðsku

    kom menniskjum nær.

    Tín kæra son, hin elskaða,

    tú ofraði,

    tá loystust deyðans bond, og vit

    vórðu sátt við teg.

    (NIÐURLAG)

    At bjarga okkum doyði hann,

    til frelsu dýra blóðið rann.

    Takk, Gud, at tann,

    ið leitar skjól hjá tær, nú liva kann.

  2. Sítt reina lív læt Jesus

    fúsur vera gjald,

    og við hesi kærleiksgerð

    misti deyðin sítt vald.

    Vit vóru vilst og illa stødd

    í hesi verð,

    men Jesus birti vón um

    lívið, ið ævigt er.

    (NIÐURLAG)

    At bjarga okkum doyði hann,

    til frelsu dýra blóðið rann.

    Takk, Gud, at tann,

    ið leitar skjól hjá tær, nú liva kann.

(Sí eisini Hebr. 9:13, 14; 1 Pæt. 1:18, 19.)