Stillingar til upplesara

Search

Vel mál

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Far beinleiðis til innihaldið

Jehova vitni

Føroyskt

Syng fyri Jehova — Nýggir sangir

 Sangur 148

Tú gavst tín kæra son

Tú gavst tín kæra son

Tak niður:

(Jóhannes 15:13)

  1. Jehova, vit sóu

    í øldir onga vón,

    við dýrasta gjaldi

    vórðu vit tá loyst.

    Vit leggja lívið alt

    í tínar hendur, Gud,

    og siga fegin frá,

    tú veitir vón og troyst.

    (NIÐURLAG)

    Takk, Gud, vit prísa tær,

    tú gavst tín kæra son.

    Hann doyði fyri okkum,

    av kærleika tú gavst tín son.

  2. Við góðsku og miskunn

    tú dregur okkum nær,

    at læra um navn títt

    broytir lív og lag.

    Men størst av øllum er

    tó kærleiksgáva tín,

    vit fingu lívsins vón,

    tí takka vit tær glað.

    (NIÐURLAG)

    Takk, Gud, vit prísa tær,

    tú gavst tín kæra son.

    Hann doyði fyri okkum,

    av kærleika tú gavst tín son.

    (ENDI)

    Jehova, í ævir vit eyðmjúk takka tær,

    at tú fyri okkum ofraði tín kæra son.

(Sí eisini Jóh. 3:16; 1 Jóh. 4:9.)