Far beinleiðis til innihaldið

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Jehova vitni

Føroyskt

Syng fyri Jehova — Nýggir sangir

 Sangur 145

Fyrireiking til boðanina

Fyrireiking til boðanina

Tak niður:

(Jeremias 1:17)

  1. Tíðliga upp,

    skjótt fara vit

    út við góðum tíðindum.

    Men tað er so myrkt,

    bæði vátligt og kalt.

    Freistandi er bert at hugna sær,

    dusa sær.

    (NIÐURLAG)

    Bara við bøn og fyrireiking

    styrkja vit hug og mót.

    Gud kann við anda sínum styðja

    ótryggan fót.

    Jesus er við og góðir einglar,

    teir vísa ídnir veg.

    Fáa vit hartil vin í fylgi,

    lagar tað seg.

  2. Eitt er vist,

    lættari er,

    um vit minnast hesi ráð.

    Og Jehova sær

    alla orku og tíð,

    sum vit av hjartanum glað og frí

    leggja í.

    (NIÐURLAG)

    Bara við bøn og fyrireiking

    styrkja vit hug og mót.

    Gud kann við anda sínum styðja

    ótryggan fót.

    Jesus er við og góðir einglar,

    teir vísa ídnir veg.

    Fáa vit hartil vin í fylgi,

    lagar tað seg.

(Sí eisini Præd. 11:4; Matt. 10:5, 7; Luk. 10:1; Tit. 2:14.)