Tak niður:

(Ezekiel 3:17-19)

  1. Hetta náðiár Guds

    er ein tíð at vísa á,

    at Guds dagur við vreiði

    er nær og koma má.

    (NIÐURLAG)

    Tað stendst um lív, um mannalív,

    eins væl og títt lív og mítt.

    At akta Gud og fáa grið

    kann ein og hvør tó velja frítt,

    velja frítt.

  2. Enn er høvi, at fólk

    knýta vinabond við Gud,

    hann vil, øll skulu fáa

    í lívsins gávu lut.

    (NIÐURLAG)

    Tað stendst um lív, um mannalív,

    eins væl og títt lív og mítt.

    At akta Gud og fáa grið

    kann ein og hvør tó velja frítt,

    velja frítt.

    (BRÚGV)

    Tað hastar, tað er neyðugt

    at fara út og boða frá.

    Vit læra fegin onnur

    Guds sannleiksorð og frelsuráð.

    (NIÐURLAG)

    Tað stendst um lív, um mannalív,

    eins væl og títt lív og mítt.

    At akta Gud og fáa grið

    kann ein og hvør tó velja frítt,

    velja frítt.