Stillingar til upplesara

Search

Vel mál

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Far beinleiðis til innihaldið

Jehova vitni

Føroyskt

Syng fyri Jehova — Nýggir sangir

 Sangur 140

Lívið sum pionerur

Lívið sum pionerur

Tak niður:

(Prædikarin 11:6)

  1. Morgunstund, enn er stilt, smátt um smátt vakna vit,

    biðja still eina bøn,

    pakka bøkur og rit, so avstað;

    hitta fólk, smílast blíð, tá tey ganga framvið.

    Hóast nógv hava skund, vitna vit um Guds frið

    dag um dag.

    (NIÐURLAG)

    Lívið, vit hava valt,

    hevur miðvísa kós;

    fús vit ganga, har Gud vísir veg.

    ’At vit røsk halda á,

    gloyma veður og vind,

    er við gleði, Jehova, tí vit elska teg!’

  2. Loksins fara vit heim, meðan sól fer í kav;

    eru móð nú, men glað,

    takka Honum, sum var okkum hjá.

    Harrin signar hvønn dag, hetta lívið er gott!

    Ja, Jehova vit prísa, at hann dag og nátt

    okkum sá.

    (NIÐURLAG)

    Lívið, vit hava valt,

    hevur miðvísa kós;

    fús vit ganga, har Gud vísir veg.

    ’At vit røsk halda á,

    gloyma veður og vind,

    er við gleði, Jehova, tí vit elska teg!’

(Sí eisini Jos. 24:15; Sl. 92:3; Róm. 14:8.)