Far beinleiðis til innihaldið

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Jehova vitni

Føroyskt

Syng fyri Jehova — Nýggir sangir

 Sangur 138

Jehova eitur tú

Jehova eitur tú

Tak niður:

(Sálmur 83:19)

  1. Tú ert hin sanni Gud,

    alt skapti tú við hegni,

    gav sólina og regnið.

    Jehova eitur tú.

    At hoyra til títt fólk,

    ta samkomu, tú eigur,

    av sonnum er ein heiður,

    tí takka vit tær nú.

    (NIÐURLAG)

    Jehova, Jehova,

    sum tú er eingin Gud;

    eingin annar er í himli,

    ei heldur her á jørð.

    Um títt veldi og tín heiður

    fer boð um fjall og fjørð.

    Jehova, Jehova,

    vit hava ongan annan Gud.

  2. Tú evnar okkum til

    at verða alt, tú krevur,

    ja, ævigt vald tú hevur.

    Jehova eitur tú.

    Sum vitni tíni nevnd

    vit bera navnið fegin,

    tú vísir okkum vegin,

    og heiðurin fært tú.

    (NIÐURLAG)

    Jehova, Jehova,

    sum tú er eingin Gud;

    eingin annar er í himli,

    ei heldur her á jørð.

    Um títt veldi og tín heiður

    fer boð um fjall og fjørð.

    Jehova, Jehova,

    vit hava ongan annan Gud.

(Sí eisini 2 Krøn. 6:14; Sl. 72:19; Es. 42:8.)