Far beinleiðis til innihaldið

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Jehova vitni

Føroyskt

Okkara kristna lív og tænasta – arbeiðshefti  |  September 2017

 LÍVIÐ SUM KRISTIN

Hví virðismetir tú reina tilbiðing?

Hví virðismetir tú reina tilbiðing?

Jødar í útlegd vórðu lívgaðir av tempulsjónini hjá Ezekieli, tí hon gav teimum vón um, at reina tilbiðingin fór at verða endurreist. Í hesum síðstu døgum er reina tilbiðingin „grundfest á fjallatindunum“, og vit eru millum fólkasløgini, sum streyma hagar. (Es 2:2) Hugsar tú javnan um framíhjárættin at kenna og tæna Jehova?

SIGNINGAR, SUM REIN TILBIÐING HEVUR VIÐ SÆR:

  • Andaliga føði, sum gevur svar upp á lívsins stóru spurningar, góð ráð og eina trygga vón. – Es 48:17, 18; 65:13; Róm 15:4

  • Eitt heimsumfatandi brøðralag. – Slm 133:1; Jóh 13:35

  • Framíhjárættin at vera Guds starvsfelagar í einum nøktandi arbeiði. – Áps 20:35; 1Kor 3:9

  • Guds frið, sum styrkir okkum í mótgangi. – Flp 4:6, 7

  • Eina góða samvitsku. – 2Tim 1:3

  • Gott vinalag við Jehova. – Slm 25:14

Hvussu kann eg vísa, at eg virðismeti reina tilbiðing?