Stillingar til upplesara

Search

Vel mál

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Far beinleiðis til innihaldið

Jehova vitni

Føroyskt

OKKARA KRISTNA LÍV OG TÆNASTA – ARBEIÐSHEFTI SEPTEMBER 2016

 LÍVIÐ SUM KRISTIN

Soleiðis gerst tú ein betri boðari – Eggja áhugaðum til at koma á møti

Soleiðis gerst tú ein betri boðari – Eggja áhugaðum til at koma á møti

HVÍ ER TAÐ UMRÁÐANDI? Møtini geva okkum høvi at syngja fyri Jehova og prísa honum regluliga. (Slm 149:1) Á møtunum læra vit eisini at gera Guds vilja. (Slm 143:10) Bíbliulestrarnæmingar og tey, sum hava áhuga, gera vanliga størri framstig, tá ið tey koma á møtini.

SOLEIÐIS GERT TÚ

  • Gev teimum eina innbjóðing, so skjótt sum til ber. Tær nýtist ikki at bíða, til eitt bíbliuskeið er byrjað. – Opb 22:17

  • Greið tí áhugaða frá, hvussu okkara møti ganga fyri seg, og hvat verður viðgjørt á møtinum. Hesi amboðini kunnu hjálpa tær: Innbjóðingin til møtini í samkomuni, filmurin Hvat gongur fyri seg í einum ríkissali? og partarnir 5 og 7 í heftinum Hvørji gera Jehova vilja í dag?

  • Bjóða tær at hjálpa. Kanska hevur tann áhugaði brúk fyri farti ella hjálp til at velja hóskandi klæði. Set teg saman við honum á møtinum, so hann kann hyggja í tilfarið hjá tær. Lat hann heilsa upp á ymisk fólk.