Far beinleiðis til innihaldið

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Jehova vitni

Føroyskt

Okkara kristna lív og tænasta – arbeiðshefti  |  Oktober 2017

 LÍVIÐ SUM KRISTIN

Hvussu verður tú ein, sum íðin kannar skriftirnar?

Hvussu verður tú ein, sum íðin kannar skriftirnar?

Kundi tú hugsað tær at verið trúfastur undir royndum eins og Dániel? Dániel kannaði íðin Guds orð, eisini djúpar profetiir. (Dán 9:2) At kanna Bíbliuna gjølla kann hjálpa tær at verða verandi trúfastur. Hvussu tá? Tað kann styrkja tína trúgv á lyftini, sum Jehova hevur givið. (Jos 23:14) Tað kann eisini fáa tín kærleika til Jehova at vaksa og geva tær hug at gera tað, sum er rætt. (Slm 97:10) Men hvar skalt tú byrja? Her eru nøkur uppskot.

  • Hvat skal eg kanna? Góðir lestrarvanar fevna um at fyrireika seg til møtini. Tú fært meira burtur úr vikuligu bíbliulesingini, um tú gevur tær stundir at kanna tað, sum tú ikki skilur. Aftrat tí hava summi valt at kanna bíbliuprofetiir, tær ymisku síðurnar av ávøksti andans, ferðirnar hjá Paulusi ápostli ella skapanarverkið hjá Jehova. Tá ið tú kemur í tankar um ein bíbilskan spurning, kanst tú skriva hann niður og kanna hann, næstu ferð tú hevur persónligan lestur.

  • Hvar finni eg upplýsingar? Hygg at filminum Studieredskaber – en hjælp til at finde åndelige skatte fyri at fáa nøkur uppskot. Vita, um tú dugur at kanna, hvørji heimsveldi djórini í Dániel kapitli 7 lýsa.

  • Hvussu nógva tíð skal eg brúka til bíbliulestur? Regluligur bíbliulestur er lykilin til eina góða andaliga heilsu. Tú kanst byrja við at lesa eina lítla løtu, um tú ikki orkar so nógv í senn, og so brúka meira tíð so við og við. Tá ið tú kannar Guds orð, er tað sum at grava eftir dýrgripum – fleiri tú finnur, størri hug fært tú at grava. (Orð 2:3-6) Tín hugur at lesa í Guds orði veksur, og regluligur bíbliulestur heldur fram at vera ein vani hjá tær. – 1Pæt 2:2.

HVAT UMBOÐA DJÓRINI Í DÁNIEL KAPITLI 7?

  • Dán 7:4

  • Dán 7:5

  • Dán 7:6

  • Dán 7:7

EYKA SPURNINGUR:

Hvussu gekk Dániel 7:8, 24 út?

TÚ KANST KANNA:

Hvat umboða djórini í Opinberingini kapitli 13?