Stillingar til upplesara

Search

Vel mál

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Far beinleiðis til innihaldið

Jehova vitni

Føroyskt

OKKARA KRISTNA LÍV OG TÆNASTA – ARBEIÐSHEFTI OKTOBER 2016

Framløguuppskot

Framløguuppskot

VÅGN OP!

Spurningur: Summi ivast í, um Jesus veruliga hevur livað, onnur siga, at tað hevur hann. Uppaftur onnur siga, at tað kunnu vit ikki vita. Hvat heldur tú?

Tilboð: Hetta blaðið viðger tað, sum prógvini vísa.

LÆR ONNUR SANNLEIKAN

Spurningur: Hvat hendir, tá ið vit doyggja?

Skriftstað: Jóh 11:11-14

Sannleiki: Tá ið vit doyggja, eru vit ikki til longur. Tí skulu vit ikki vera bangin fyri, hvat hendir, tá ið vit doyggja. Jesus samanbar deyða við svøvn. Sum hann gjørdi við Lazarus, kann hann „vekja“ okkara kæru, so tey aftur kunnu fáa eitt gott lív her á jørðini. – Job 14:14.

INNBJÓÐING TIL MØTI (inv)

Tilboð: Eg vil gjarna bjóða tær til ein bíbilskan fyrilestur. Hann verður hildin í ríkissalinum, har vit ganga á møti. [Gev tí vitjaða eina innbjóðing, vís á, nær og hvar vit hava møti í vikuskiftinum, og sig eisini, hvussu fyrilesturin eitur.]

Spurningur: Hevur tú nakrantíð verið í einum ríkissali? [Um tað liggur fyri, kanst tú vísa filmin Hvat gongur fyri seg í einum ríkissali?]

GER TÍNA EGNU FRAMLØGU

Nýt sniðið í undanfarnu uppskotunum til at gera tína egnu framløgu.