Stillingar til upplesara

Search

Vel mál

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Far beinleiðis til innihaldið

Jehova vitni

Føroyskt

OKKARA KRISTNA LÍV OG TÆNASTA – ARBEIÐSHEFTI OKTOBER 2016

 LÍVIÐ SUM KRISTIN

Brúkar tú JW.ORG visittkortini?

Brúkar tú JW.ORG visittkortini?

Stóra trongdin nærkast, og tí hevur boðanararbeiðið skund. (Orð 24:11, 12, 20) Vit hjálpa fólki, tá ið vit brúka visittkortini, sum vísa til Guds orð og okkara heimasíðu. Á kortinum er ein kota til filmin Hví kanna Bíbliuna? og ein tilstuðling til at fáa meira at vita ella biðja um eitt bíbliuskeið. Summi vilja ikki hava lesnað, men tey vilja fegin fara inn á okkara heimasíðu. Vit mugu ikki aftra okkum við at geva teimum eitt visittkort. Men hinvegin skulu vit ikki geva fólki tað, um tey ikki eru áhugað.

Í gerandisdegnum kunnu vit kanska gera onkran forvitnan við rætt og slætt at siga: „Eg vil gjarna geva tær hetta kortið; tað vísir til eina heimasíðu við ókeypis tilfari og filmum um nógv ymisk evni.“ (Jóh 4:7) Av tí at visittkortini eru so smá, kunnu vit helst hava nøkur uppi á okkum at geva fólki, tá ið høvi býðst.