Stillingar til upplesara

Search

Vel mál

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Far beinleiðis til innihaldið

Jehova vitni

Føroyskt

OKKARA KRISTNA LÍV OG TÆNASTA – ARBEIÐSHEFTI OKTOBER 2016

 DÝRGRIPIR ÚR GUDS ORÐI | ORÐTØKINI 1-6

Lít á Jehova av øllum hjarta tínum

Lít á Jehova av øllum hjarta tínum

Jehova hevur uppiborið, at vit líta fullkomiliga á hann. Týdningurin av navni hansara gevur okkum álit á, at hann er førur fyri at halda øll síni lyfti. Skulu vit styrkja okkara álit á hann, mugu vit biðja til hansara. Kapittul 3 í Orðtøkunum vissar okkum um, at Jehova fer at ’gera okkara gøtur rættar’, afturfyri at vit líta á hann.

Ein, sum er vísur í egnum eygum, ...

3:5-7

  • tekur avgerðir uttan fyrst at biðja Jehova um leiðbeining

  • lítur á seg sjálvan ella heimin

Ein, sum lítur á Jehova, ...

  • uppbyggir eitt tætt samband við hann, tí hann kannar Bíbliuna, grundar um tað, hann lesur, og biður

  • søkir sær ráð hjá honum og kannar bíbilskar meginreglur, tá ið hann skal taka avgerðir

HVUSSU TAKI EG AVGERÐIR?

FYRST: Eg velji tað, sum eg haldi er best at gera

FYRST: Eg leiti mær ráð hjá Jehova í bøn og persónligum lestri

NÆST: Eg biði Jehova signa mína avgerð

NÆST: Eg velji eina leið, sum er grundað á meginreglurnar í Bíbliuni