Far beinleiðis til innihaldið

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Jehova vitni

Føroyskt

Okkara kristna lív og tænasta – arbeiðshefti  |  Oktober 2016

 LÍVIÐ SUM KRISTIN

Hvat er eitt gott svar?

Hvat er eitt gott svar?

Eitt gott svar byggir samkomuna upp. (Róm 14:19) Og tey, sum svara, fáa sjálv gagn av tí. (Orð 15:23, 28) Vit skulu tí royna at svara í minsta lagi eina ferð á hvørjum møti. Sjálvandi sleppa vit ikki at svara, hvørja ferð vit rætta hondina upp. Tí er tað gott at vera klárur at svara fleiri ferðir.

Eitt gott svar ...

  • er einfalt, stutt og greitt og nýtist sum oftast ikki at vara meira enn 30 sekund

  • er best, tá ið tú brúkar tíni egnu orð

  • er ikki ein óneyðug endurtøka av tí, sum longu er sagt

Verður tú biðin at svara fyrst, ...

  • skal svarið vera einfalt og beinrakið

Er spurningurin longu svaraður, kanst tú ...

  • siga, hvussu eitt skriftstað í tilfarinum hóskar til evnið

  • nevna, hvussu viðgjørda evnið ávirkar okkum

  • siga, hvussu vit kunnu brúka upplýsingarnar til at hjálpa øðrum

  • í stuttum siga frá eini uppliving, ið leggur dent á høvuðspunktið