Far beinleiðis til innihaldið

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Jehova vitni

Føroyskt

Okkara kristna lív og tænasta – arbeiðshefti  |  Mars 2017

Framløguuppskot

Framløguuppskot

VAGTTÅRNET

Spurningur: Hvat heldur tú er størsta gávan, Gud hevur givið okkum?

Skriftstað: Jóh 3:16

Tilboð: Í hesum blaðnum stendur, hví Gud sendi Jesus til jarðar at doyggja fyri okkum, og hvussu vit kunnu vísa, at vit eru takksom fyri hesa gávuna.

HVAT ER GUDS RÍKI?

Spurningur: [Vís forsíðuna á faldaranum.] Hvussu hevði tú svarað hesum spurninginum? Heldur tú, at Guds ríki er okkurt innan í okkum? Ein stjórn í himli? Ella okkurt annað?

Skriftstað: Dán 2:44; Es 9:6

Tilboð: Faldarin vísir, hvønn týdning Guds ríki kann hava fyri teg.

INNBJÓÐING TIL MINNINGARHØGTÍÐINA

Tilboð: Vit bjóða øllum á eitt serligt møti. [Gev innbjóðingina.] Týsdagin 11. apríl savnast milliónir kring heimin fyri at minnast Jesu deyða og lurta eftir einum fyrilestri um, hvussu hansara deyði kann gagna okkum. Á innbjóðingini sært tú, nær og hvar møtið verður. Tú ert hjartaliga vælkomin.

GER TÍNA EGNU FRAMLØGU

Nýt sniðið í undanfarnu uppskotunum til at gera tína egnu framløgu.