Far beinleiðis til innihaldið

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Jehova vitni

Føroyskt

Okkara kristna lív og tænasta – arbeiðshefti  |  Mars 2017

 LÍVIÐ SUM KRISTIN

Hjálp tíni familju at minnast Jehova

Hjálp tíni familju at minnast Jehova

Jeremias var biðin um at ávara jødarnar um eina komandi oyðing, tí teir høvdu gloymt Jehova Gud. (Jer 13:25) Hvussu var tjóðin komin í eina so syrgiliga andaliga støðu? Familjur í Ísrael vóru vorðnar andaliga veikar. Familjuhøvdini fylgdu eftir øllum at døma ikki leiðbeiningini frá Jehova, sum stendur í 5. Mósebók 6:5-7.

Andaliga sterkar familjur styrkja okkara samkomur í dag. Eitt, sum familjuhøvd kunnu gera fyri at hjálpa sínari familju at minnast Jehova, er at hava eitt gevandi og læruríkt teokratiskt familjukvøld regluliga. (Slm 22:28) Svara hesum spurningum, tá ið tú hevur sæð filmin „Disse ord ... skal du have i dit hjerte“ – Interviews med familier:

  • Hvussu hava summar familjur klárað avbjóðingar í sambandi við Teokratiska familjukvøldið?

  • Hvussu gagnar tað at hava eitt gevandi og læruríkt teokratiskt familjukvøld regluliga?

  • Hvat haldi eg kann vera ringt í sambandi við Teokratiska familjukvøldið, og hvat kann eg gera við tað?