Far beinleiðis til innihaldið

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Jehova vitni

Føroyskt

Okkara kristna lív og tænasta – arbeiðshefti  |  Mars 2017

 DÝRGRIPIR ÚR GUDS ORÐI | JEREMIAS 12-16

Ísraelsmenn gloymdu Jehova

Ísraelsmenn gloymdu Jehova

Jeremias fekk eina avbjóðandi uppgávu, sum skuldi vísa, at Jehova ætlaði at beina fyri treiskni og stoltleika Juda og Jerusalem.

Jeremias keypti eitt línbelti

13:1, 2

  • Beltið, sum lá tætt um lendarnar, ímyndaði tætta sambandið, sum tjóðin hevði møguleika at hava við Jehova

Jeremias fór við beltinum til Eufratá

13:3-5

  • Hann fjaldi tað í eini gjógv og fór so aftur til Jerusalem

Jeremias fór aftur til Eufratá eftir beltinum

13:6, 7

  • Beltið var oyðilagt

Tá ið Jeremias hevði gjørt, sum hann varð biðin, greiddi Jehova honum frá, hvat tað merkti

13:8-11

  • Uppgávan hjá Jeremiasi tóktist meiningsleys, men hansara lýdni hevði stóran týdning í royndini hjá Jehova at ávirka kenslurnar hjá fólkinum