Far beinleiðis til innihaldið

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Jehova vitni

Føroyskt

Okkara kristna lív og tænasta – arbeiðshefti  |  Mars 2017

 LÍVIÐ SUM KRISTIN

Hvussu kunnu vit brúka Hvørji gera Jehova vilja í dag?

Hvussu kunnu vit brúka Hvørji gera Jehova vilja í dag?

Heftið Hvørji gera Jehova vilja í dag? er gjørt til at lesa við bíbliulestrarnæmingum, tá ið vit byrja ella enda ein lestur. * Í pørtunum 1 til 4 fær næmingurin at vita, hvørji vit eru, í pørtunum 5 til 14 lærir hann um okkara virksemi, og í pørtunum 15 til 28 fær hann at vita, hvussu okkara samskipan virkar. Í flestu førum er best, at partarnir verða viðgjørdir í raðfylgju, men er ein partur serliga viðkomandi, kunnu tit lesa hann fyrst. Hvør partur er bert ein síða og tekur í flestu førum ikki meira enn 5 til 10 minuttir at viðgera.

  • Vís á spurningin, sum er heitið á partinum

  • Lesið partin saman, annaðhvørt í einum ella eitt stykki í senn

  • Tosið um tað, sum tit hava lisið. Set spurningarnar, sum standa niðast á síðuni, og tosa um myndirnar. Tú kanst meta um, hvørji skriftstøð eru hóskandi at lesa og tosa um. Vís á, at undiryvirskriftirnar svara spurninginum, sum er heitið á partinum

  • Er ramman „Lær meira“ í partinum, kanst tú lesa hana saman við næminginum og eggja honum til at fylgja uppskotinum

^ par. 3 Heftið, sum liggur á netinum, er dagført.