Far beinleiðis til innihaldið

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Jehova vitni

Føroyskt

Okkara kristna lív og tænasta – arbeiðshefti  |  Mars 2016

Framløguuppskot

Framløguuppskot

VAGTTÅRNET

Spurningur: Hevur tú hoyrt hesi kendu orðini?

Skriftstað: Jóh 3:16

Tilboð: Henda útgávan av Vagttårnet greiðir frá, hvussu tað gagnar okkum, at Jesus leið og doyði fyri okkum.

VAGTTÅRNET (baksíðan)

Spurningur: Hygg at hesum spurninginum. Summi svara soleiðis. [Les fyrsta spurningin og svarmøguleikarnar.] Hvussu hevði tú svarað?

Skriftstað: Mt 4:1-4

Tilboð: Við tað at Djevulin tosaði við Jesus og freistaði hann, má hann vera meira enn bara ein ímynd av tí ónda. Hvat sigur Bíblian annars um Djevulin? Henda greinin sigur meira um tað.

INNBJÓÐING TIL MINNINGARHØGTÍÐINA

Tilboð: „Vit býta eina innbjóðing út til eitt serligt møti. [Gev tí vitjaða eina innbjóðing.] Mikudagin 23. mars fara milliónir kring heimin at minnast Jesu deyða og lurta eftir einum bíbilskum fyrilestri um, hvussu hansara deyði gagnar okkum. Á innbjóðingini stendur, nær og hvar hetta møtið verður hildið her á staðnum. Tú ert hjartaliga vælkomin.“

GER TÍNA EGNU FRAMLØGU

Nýt sniðið í undanfarnu uppskotunum til at gera tína egnu framløgu.