Stillingar til upplesara

Search

Vel mál

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Far beinleiðis til innihaldið

Jehova vitni

Føroyskt

OKKARA KRISTNA LÍV OG TÆNASTA – ARBEIÐSHEFTI MARS 2016

 GER FRAMSTIG Í BOÐANINI

Soleiðis gerst tú ein betri boðari – Ger tína egnu framløgu til bløðini

Soleiðis gerst tú ein betri boðari – Ger tína egnu framløgu til bløðini
SÝNI
Tekstur
Image

HVÍ ER TAÐ UMRÁÐANDI? Framløguuppskotini í arbeiðsheftinum eru góð, men tey eru bara uppskot. Tú skalt brúka tíni egnu orð. Kanska hevur tú hug at orða teg øðrvísi ella at velja eitt annað evni, sum hóskar betur til títt øki. Tá ið tú hevur lisið blaðið og framløguuppskotini og hugt at filmunum við framløgunum, kanst tú brúka hesi hugskotini til at gera tína egnu framløgu.

SOLEIÐIS GERT TÚ:

Spyr teg sjálvan: ’Havi eg hug at brúka eitt av framløguuppskotunum?’

JA

  • Fyrireika, hvussu tú vilt byrja samrøðuna. Tá ið tú hevur heilsað upp á tann vitjaða, skalt tú stutt og greitt siga, hví tú ert komin. (Til dømis: „Eg eri komin, tí ...“)

  • Hugsa um, hvussu tú skiftir millum spurningin, skriftstaðið og tilboðið. (Tú kanst til dømis leggja upp til eitt skriftstað við at siga: „Her stendur eitt gott svar til tann spurningin.“)

NEI

  • Fyrireika ein spurning, sum tú kanst svara, tá ið tú kemur á afturvitjan

  • Skriva tær nøkur orð niður, so tú minnist, hvat tú ætlar at siga næstu ferð

  • Vel eitt skriftstað at lesa. (Av tí at blaðið Vågn op! er ætlað teimum, sum vita lítið um Bíbliuna, ella sum ikki hava álit á átrúnaði, er tað valfrítt, um vit lesa eitt skriftstað, tá ið vit bjóða tað blaðið.)

  • Orða ein ella tveir setningar, sum siga tí vitjaða, hvat hann fær burtur úr at lesa greinina

Í BÁÐUM FØRUM

  • Vel eitt evni, sum tær dámar, úr blaðnum, og sum áhugi er fyri í økinum

  • Fyrireika ein spurning, sum fær tann vitjaða at hugsa og svara, men sum ikki ger hann illa við. (Brúka til dømis spurningarnar, sum eru á síðu 2 í bløðunum.)