Far beinleiðis til innihaldið

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Jehova vitni

Føroyskt

Okkara kristna lív og tænasta – arbeiðshefti  |  Mars 2016

 DÝRGRIPIR ÚR GUDS ORÐI | JOB 6-10

Tann trúfasti Job setur orð á sína sálarkvøl

Tann trúfasti Job setur orð á sína sálarkvøl

Job var fátækur, hevði mist børnini og var álvarsliga sjúkur, men hann var framvegis trúfastur. Tí royndi Satan at brúka mótloysi til at fáa Job at sleppa sínum sakloysi. Tríggir „vinmenn“ komu til hansara. Fyrst gjørdu teir nógv burtur úr alment at vísa sína samkenslu. Síðani sótu teir hjá honum í tøgn í sjey dagar uttan at tala so mikið sum eitt troystandi orð. Røðurnar, sum teir hareftir bóru fram, vóru fullar av skuldsetingum og eirindaleysum ákærum.

Hóast Job var undir hørðum trýsti, varðveitti hann sítt trúfesti móti Jehova

6:3; 7:16; 9:20-22; 10:1, 12

  • Job var so sorgarbundin, at hann sá støðuna úr einum skeivum sjónarhorni. Hann helt av órøttum, at Gud ikki legði í, um hann varð verandi trúfastur

  • Av tí at Job hevði mist mótið, hugsaði hann ikki um, at aðrar orsakir kundu vera til hansara líðingar

  • Job var niðurboygdur av sorg; og kortini tosaði hann við „vinmenninar“ um sín kærleika til Jehova