Stillingar til upplesara

Search

Vel mál

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Far beinleiðis til innihaldið

Jehova vitni

Føroyskt

OKKARA KRISTNA LÍV OG TÆNASTA – ARBEIÐSHEFTI MARS 2016

 DÝRGRIPIR ÚR GUDS ORÐI | JOB 1-5

Job var ólastandi undir royndum

Job var ólastandi undir royndum

Job búði í Uzlandi, tá ið ísraelsmenn vóru trælir í Egyptalandi. Job var ikki ísraelsmaður, men hann var ein trúfastur tænari hjá Jehova. Hann hevði eina stóra familju, stórt ríkidømi og nógv at siga í samfelagnum. Hann var høgt í metum sum ráðgevi og ein óheftur dómari. Hann var gávumildur móti teimum fátæku og teimum, sum vóru í neyð. Job var ein ólastandi maður.

Job vísti greitt, at Jehova var tann týdningarmesti persónurin í hansara lívi

1:8-11, 22; 2:2-5

  • Satan legði til merkis, at Job var ólastandi. Hann noktaði ikki fyri, at Job var Gudi lýðin; nei, hann sáddi iva um, hví Job var lýðin

  • Satan helt upp á, at Job bara tænti Jehova, tí at hann sjálvur fekk nakað burturúr

  • Fyri at svara ákæruni hjá Satani, loyvdi Jehova honum at gera seg inn á trúfasta mannin Job. Satan royndi at oyðileggja alt fyri hann

  • Tá ið Job varð verandi sakleysur, setti Satan spurnartekn við sakloysið hjá øllum menniskjum

  • Job syndaði ikki, og hann ákærdi ei heldur Gud fyri at gera nakað skeivt