Far beinleiðis til innihaldið

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Jehova vitni

Føroyskt

OKKARA KRISTNA LÍV OG TÆNASTA – ARBEIÐSHEFTI MAI 2016

 DÝRGRIPIR ÚR GUDS ORÐI | SÁLMARNIR 1-10

Skulu vit fáa frið við Jehova, mugu vit æra son hansara, Jesus

Skulu vit fáa frið við Jehova, mugu vit æra son hansara, Jesus

Illvilji móti Jehova og Jesusi var profeteraður

2:1-3

  • Profeterað var, at tjóðirnar ikki vildu viðurkenna myndugleika Jesusar, men bara sín egna

  • Profetiin gekk út, meðan Jesus var á jørðini, og hon fær eina enn størri uppfylling í dag

  • Sálmaskaldið sigur, at tjóðirnar froysa og hava fáfongt í huga; tað vil siga, at ætlanirnar hjá teimum eru til fánýtis og fara at miseydnast

Bara tey, sum æra salvaða Kongin hjá Jehova, vinna lívið

2:8-12

  • Øll, sum seta seg upp ímóti messianska konginum, verða gjørd til einkis

  • Tey, sum æra Sonin, kunnu finna tryggleika og frið