Stillingar til upplesara

Search

Vel mál

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Far beinleiðis til innihaldið

Jehova vitni

Føroyskt

OKKARA KRISTNA LÍV OG TÆNASTA – ARBEIÐSHEFTI MAI 2016

 LÍVIÐ SUM KRISTIN

Brúkar tú JW Library?

Brúkar tú JW Library?

JW Library er ein ókeypis app, sum ger tað møguligt at taka Bíbliuna, ymiskan lesnað, filmar og ljóðupptøkur niður á tína snildfon, teldil ella teldu.

HVUSSU FÆRT TÚ JW LIBRARY? Far á netið og tak JW Library niður frá eini ’app store’. Appin kann brúkast á ymiskum fartólum. Meðan tú ert á netinum, letur tú appina upp og velur tað, ið tú ætlar tær at taka niður á tólið hjá tær. Ber tað ikki til hjá tær at fara á netið heima við hús, kanst tú kanska gera tað í ríkissalinum, á einum bókasavni ella á einari kaffistovu. Tá ið tú hevur tikið tilfarið niður á tólið hjá tær, noyðist tú ikki at hava netsamband fyri at brúka tað. Av tí at nýggjar funkur regluliga verða lagdar aftrat JW Library, skalt tú fara á netið at dagføra appina av og á.

HVÍ BRÚKA JW LIBRARY? JW Library ger tað nógv lættari at lesa persónliga og at fylgja við á møtunum. Appin er eisini hent at brúka í boðanini, serliga tá ið vit boða óformliga.