Stillingar til upplesara

Search

Vel mál

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Far beinleiðis til innihaldið

Jehova vitni

Føroyskt

OKKARA KRISTNA LÍV OG TÆNASTA – ARBEIÐSHEFTI MAI 2016

 LÍVIÐ SUM KRISTIN

Hvussu kanst tú brúka JW Library?

Hvussu kanst tú brúka JW Library?

TÁ IÐ TÚ LESUR PERSÓNLIGA

  • Les Bíbliuna og dagstekstin

  • Les ’Árbókina’, bløðini og annan lesnað. Set bókamerki

  • Fyrireika teg til møtini, og set striku undir svarini

  • Hygg at filmum

Á MØTUNUM

  • Finn skriftstøðini, sum talarin vísir til. Brúka søgufunkuna til at koma aftur til eitt ørindi

  • Heldur enn at hava nógvan lesnað við tær, kanst tú brúka fartólið hjá tær til at fylgja við í teimum ymisku pørtunum á møtinum, og tá ið vit skulu syngja. Í JW Library eru teir nýggju sangirnir, sum ikki eru í tí prentaðu sangbókini enn

Í BOÐANINI

  • Vís einum áhugaðum okkurt í JW Library, og hjálp síðani viðkomandi at taka appina og lesnaðin niður á hansara egna fartól

  • Brúka leitifunkuna til at finna eitt ørindi í Bíbliuni. Er ein setningur ikki í Ny Verden-Oversættelsen, kanst tú, um aðrar bíbliutýðingar eru í appini á viðkomandi málinum, skifta bíbliu og leita aftur

  • Vís ein film. Hevur tann vitjaði børn, kanst tú vísa ein film í filmsrøðini Bliv Jehovas ven. Ella tú kanst vísa filmin Hví kanna Bíbliuna? í vón um, at viðkomandi fær hug at kanna Bíbliuna. Hittir tú onkran, ið tosar eitt annað mál, kanst tú vísa honum ein film á hansara máli

  • Vís eitt skriftstað á einum øðrum máli í einari umseting, sum tú hevur tikið niður frammanundan. Finn skriftstaðið, trýst á nummarið á ørindinum og trýst síðani á ímyndina fyri aðrar umsetingar