Far beinleiðis til innihaldið

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Jehova vitni

Føroyskt

Okkara kristna lív og tænasta – arbeiðshefti  |  Juni 2017

Framløguuppskot

Framløguuppskot

VÅGN OP!

Spurningur: Heldur tú, at Bíblian er frá Gudi? Ella eru tað bara tankar, sum menniskju hava gjørt sær?

Skriftstað: 2Tim 3:16

Tilboð: Hetta blaðið viðger trý dømi um, hví vit kunnu líta á, at Bíblian er frá Gudi.

LÆR ONNUR SANNLEIKAN

Spurningur: Hvussu eiga vit at meta lívið?

Skriftstað: Opb 4:11

Sannleiki: Av tí at lívið er ein gáva frá Gudi, hava vit virðing fyri tí. Vit geva okkum far um trygd, og vit høvdu ongantíð við vilja tikið lívið av einum øðrum menniskja. Vit virðismeta lívið, tí tað er ein gáva.

HVAT SKAL TIL FYRI AT FÁA EITT GOTT FAMILJULÍV?

Spurningur: Á forsíðuni á hesum faldaranum er ein spurningur og eisini nøkur svar. Hvat hevði tú svarað?

Skriftstað: Luk 11:28

Tilboð: Faldarin vísir, hvønn týdning hetta kann hava fyri tína familju, og hví vit kunnu trúgva tí, sum stendur í Bíbliuni.

GER TÍNA EGNU FRAMLØGU

Nýt sniðið í undanfarnu uppskotunum til at gera tína egnu framløgu.