Far beinleiðis til innihaldið

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Jehova vitni

Føroyskt

Okkara kristna lív og tænasta – arbeiðshefti  |  Juni 2017

 LÍVIÐ SUM KRISTIN

Hvussu sterk er tín trúgv á lyfti Jehova?

Hvussu sterk er tín trúgv á lyfti Jehova?

Bæði Josva og Sálomon søgdu, at ikki eitt av lyftum Jehova hevði svitast. (Jos 23:14; 1Kg 8:56) Vitnisburðurin frá hesum báðum tænarunum ger grundvøllin, sum vit byggja okkara trúgv á, enn sterkari. – 2Kor 13:1; Tit 1:2.

Hvussu uppfylti Jehova síni lyfti á Josva døgum? Hygg at filminum ’Ikki eitt orð hevur svitast’ saman við familjuni. Hugsa síðani um hesar spurningar: (1) Hvussu kanst tú taka eftir trúnni hjá Rahab? (Heb 11:31; Ják 2:24-26) (2) Hvussu vísir dømið við Akani, at tað hevur syrgiligar avleiðingar at vera ólýðin? (3) Menninir í Gibeon vóru hermenn, so hví lumpaðu teir Josva og gjørdu frið við Ísrael? (4) Hvussu gekk orð Jehova út, tá ið fimm amoritakongar hóttu Ísrael? (Jos 10:5-14) (5) Hvussu hevur Jehova hjálpt tær, tá ið tú hevur sett Guds ríki og hansara rættvísi fyrst? – Mt 6:33.

Okkara trúgv á lyfti Jehova verður sterkari, tá ið vit hugsa um alt tað, sum hann longu hevur gjørt, ger beint nú og fer at gera. – Róm 8:31, 32.

Hevur tú trúgv sum Josva?