Far beinleiðis til innihaldið

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Jehova vitni

Føroyskt

Okkara kristna lív og tænasta – arbeiðshefti  |  Juni 2017

 DÝRGRIPIR ÚR GUDS ORÐI | JEREMIAS 51-52

Hvør einasti smálutur í orði Jehova gongur út

Hvør einasti smálutur í orði Jehova gongur út

Jehova boðaði nágreiniliga frá, hvat fór at henda í framtíðini

Bogaskjútti í kongligu persisku lívverjuni

„Hvessið pílarnar“

51:11, 28

  • Medarar og persarar vóru kønir bogaskjúttar, og bogin var týdningarmesta vápnið hjá teimum. Teir hvestu pílarnar, so teir trongdu longur inn

„Kappar Bábels geva uppat at berjast“

51:30

  • Í Nabonids krøniku stendur: „Herurin hjá Kýrusi kom inn í Bábylon uttan bardaga.“ Hetta samsvarar við profetiina hjá Jeremiasi

Nabonids krønika

„Bábel skal verða til grótrúgvu [og] ævigar oyðimarkir“

51:37, 62

  • Í 539 f.o.t. fór stórleiki Bábylons at fána. Aleksandur Mikli ætlaði at gera Bábylon til høvuðsstað, men so doyði hann brádliga. Í fyrstu øld var framvegis eitt samfelag av jødum í Bábylon, og tí vitjaði Pætur býin. Men sum fjórða øld leið, lá býurin í oyði, og at enda var hann ikki til longur

Hvussu eiga bíbliuprofetiir at ávirka meg?

 

Hvat kann eg læra onnur um hesa profetiina?