Far beinleiðis til innihaldið

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Jehova vitni

Føroyskt

Okkara kristna lív og tænasta – arbeiðshefti  |  Juni 2017

 LÍVIÐ SUM KRISTIN

Halt fast við siðareglur Jehova

Halt fast við siðareglur Jehova

Jehova hevur ásett siðareglur, sum menniskju eiga at fylgja. Hann hevur til dømis ásett, at eitt hjúnaband eigur at vera eitt varandi band millum ein mann og eina konu. (Mt 19:4-6, 9) Hann fordømir øll sløg av kynsligum siðloysi. (1Kor 6:9, 10) Hann gevur enntá meginreglur um klæðir og útsjónd, og hetta ger, at hansara fólk líkist burturúr. – 5Mós 22:5; 1Tim 2:9, 10.

Nógv fólk í heiminum vraka siðareglurnar hjá Jehova. (Róm 1:18-32) Tey lata seg ávirka av fleirtalinum, tá ið talan er um klæðir, útsjónd og atburð. Nógv reypa av sínum skeiva atburði og finnast at teimum, ið ikki gera sum tey. – 1Pæt 4:3, 4.

Sum vitni fyri Jehova mugu vit vera djørv og halda fast við Guds siðareglur. (Róm 12:9) Hvussu? Vit eiga fólkaliga at fortelja øðrum um tað, sum hann hevur ásett. Men vit mugu eisini sjálv vera góðar fyrimyndir. Vit kunnu til dømis spyrja okkum sjálv í sambandi við val av klæðum og útsjónd annars: ’Spegli eg normarnar hjá Jehova ella teir hjá heiminum? Sæst tað á mínum klæðum og á míni útsjónd annars, at eg óttist Gud?’ Vit kunnu eisini spyrja okkum sjálv, tá ið vit skulu hyggja at onkrum í sjónvarpinum: ’Hevði Jehova dámt hesa sendingina ella henda filmin? Hvørjar normar lýsir sendingin ella filmurin? Kann undirhaldið, sum eg velji, bróta mín moralska verjugarð niður? (Slm 101:3) Kundi tað verið míni familju ella øðrum til ástoyt?’ – 1Kor 10:31-33.

Hví hevur tað so stóran týdning, at vit halda fast við siðareglur Jehova? Jesus fer skjótt at oyða tjóðirnar og allan óndskap. (Ezk 9:4-7) Bara tey, sum gera Guds vilja, verða eftir. (1Jóh 2:15-17) Latið okkum tí vera fyrimyndir í at fylgja siðareglum Jehova, so at tey, sum síggja okkara góða atburð, kunnu prísa Gudi. – 1Pæt 2:11, 12.

Hvat siga klæðini, sum eg velji at ganga í, um siðareglurnar hjá mær?

HYGG AT FILMINUM BLIV JEHOVAS VEN – ÉN MAND, ÉN KVINDE, OG SVARA SÍÐANI HESUM SPURNINGUM:

  • Hví er tað skilagott at fylgja siðareglum Jehova?

  • Hví eiga foreldur at læra børnini um siðareglurnar hjá Jehova, longu meðan tey eru smá?

  • Hvussu kunnu bæði ung og gomul hjálpa øðrum at fáa gagn av Guds kærleika?