Far beinleiðis til innihaldið

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Jehova vitni

Føroyskt

Okkara kristna lív og tænasta – arbeiðshefti  |  Juni 2017

 LÍVIÐ SUM KRISTIN

Gleð teg um at boða tey góðu tíðindini

Gleð teg um at boða tey góðu tíðindini

Hevur tú onkuntíð hildið, at tað var torført at boða? Nógv av okkum høvdu svarað ja til henda spurningin. Hví? Kanska eru vit javnan fyri líkasælu ella illvilja í okkara øki, ella vit eru bangin fyri at tosa við fremmand fólk. Tað kann fáa okkum at missa gleðina. Men vit tilbiðja hin lukkuliga Gud, sum vil, at vit skulu tæna honum við gleði. (Slm 100:2; 1Tim 1:11) Hvørjar góðar grundir eru til at gleða seg um boðanina?

Fyri tað fyrsta bera vit ein boðskap um vón. Hóast lítil vón er at hóma í heiminum rundan um okkum, kunnu vit geva fólki „ein góðan boðskap“. (Es 52:7) Men tey góðu tíðindini um Guds ríki kunnu eisini geva okkum gleði. Royn, áðrenn tú fert út at boða, at hugsa um alt tað góða, sum Guds ríki fer at útinna á jørðini.

Fyri tað næsta gagna tey góðu tíðindini fólki, bæði likamliga og andaliga. Tey læra at sleppa skaðiligum vanum og fáa vón um ævigt lív. (Es 48:17, 18; Róm 1:16) Vit kunnu ímynda okkum, at vit eru við í einum bjargingararbeiði. Hóast nøkur ikki vilja bjargast, halda vit fram at leita eftir teimum, sum vilja. – Mt 10:11-14.

Tann triðja og týdningarmesta grundin er, at okkara boðan ærir Jehova. Hann virðismetir arbeiðið, vit gera. (Es 43:10; Heb 6:10) Haraftrat hjálpir hann okkum við sínum heilaga anda, so vit verða før fyri at útinna hetta arbeiðið. Bið tí Jehova geva tær ta gleði, sum kemur av heilaga andanum. (Gal 5:22) Tá ið Jehova hjálpir okkum, kunnu vit vinna á ótta og boða við dirvi. (Áps 4:31) Tá finna vit gleði í okkara uppgávu, uttan mun til hvussu undirtøkan í økinum er. – Ezk 3:3.

Hvønn hugburð vilt tú gjarna hava, tá ið tú ert í boðanini? Hvussu kanst tú vísa gleði?

HYGG AT FILMINUM FÅ GLÆDEN VED STUDIUM OG MEDITATION TILBAGE, OG SVARA SÍÐANI HESUM SPURNINGUM:

  • Hví mugu vit raðfesta okkara andaligu máltíðir, sjálvt um vit brúka nógvar tímar í boðanini hvønn mánað?

  • Hvussu kunnu vit taka eftir Mariu?

  • Nær gevur tú tær stundir at grunda um Guds orð?

  • Hvat ger teg glaðan, tá ið tú boðar tey góðu tíðindini?