Far beinleiðis til innihaldið

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Jehova vitni

Føroyskt

Okkara kristna lív og tænasta – arbeiðshefti  |  Juni 2016

 LÍVIÐ SUM KRISTIN

Soleiðis gerst tú ein betri boðari – Nýt filmar í undirvísingini

Soleiðis gerst tú ein betri boðari – Nýt filmar í undirvísingini

HVÍ ER TAÐ UMRÁÐANDI?

Filmar kunnu nema hjartað, tí teir fáa eygu og oyru at forvitnast. Hetta ger tað lættari hjá fólki at hugsavna seg og hevur sterka ávirkan á tey. Jehova undirvísti eisini við sjónligum hjálparamboðum. – Áps 10:9-16; Op 1:1.

Filmarnir Hevur Gud eitt navn?, Hvør er høvundur Bíbliunnar? og Hvussu kunnu vit vera vís í, at Bíblian er sonn? eru eitt gott ískoyti til 2. og 3. part í heftinum Góð tíðindi frá Gudi. Filmarnir Hví kanna Bíbliuna?, Hvussu gongur eitt bíbliuskeið fyri seg? og Hvat gongur fyri seg í einum ríkissali? eggja fólki til at kanna Bíbliuna saman við okkum ella at koma á okkara møti. Vit kunnu eisini vísa okkara bíbliulestrarnæmingum nakrar av okkara longri filmum. – km 5/13 3.

SOLEIÐIS GERT TÚ:

  • Tak filmin niður frammanundan

  • Fyrireika ein ella tveir spurningar, sum verða svaraðir í filminum

  • Hyggið at filminum saman

  • Tosið um høvuðspunktini

ROYN HETTA:

  • Vís á kotuna á baksíðuni á einum av okkara faldarum, sum hevur eitt leinki til filmin Hví kanna Bíbliuna?

  • Vís filmin Hvussu kunnu vit vera vís í, at Bíblian er sonn? Bjóða síðani heftið Góð tíðindi frá Gudi og legg dent á 3. part