Stillingar til upplesara

Search

Vel mál

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Far beinleiðis til innihaldið

Jehova vitni

Føroyskt

OKKARA KRISTNA LÍV OG TÆNASTA – ARBEIÐSHEFTI JUNI 2016

 LÍVIÐ SUM KRISTIN

Guds ríki – 100 ár og júst byrjað

Guds ríki – 100 ár og júst byrjað

Tey, ið fegin vilja vera borgarar í Guds ríki, eiga at læra so nógv sum gjørligt um Ríkið og tað, sum tað hevur avrikað. Hví tað? Tí tað fer ikki bara at styrkja teirra trúgv á, at Guds ríki ræður, men fer eisini at geva teimum hug at fortelja øðrum tey góðu tíðindini um Guds ríki. (Sálmur 45:2; 49:4) Meðan tú hyggur at filminum Guds ríki – 100 ár og júst byrjað, kanst tú royna at finna svarini til spurningarnar niðanfyri.

  1. Hví hevði „Skabelsens Fotodrama“ so stóra ávirkan á fólk?

  2. Hvussu brúktu tey útvarp til at røkka fólki við góðu tíðindunum?

  3. Hvussu boðaðu tey annars tey góðu tíðindini, og hvussu gekst?

  4. Hvussu er upplæringin í boðanini betrað gjøgnum árini?

  5. Hvørja henta upplæring fingu næmingar á Gileadskúlanum?

  6. Hvussu hava stevnur verið við til at upplæra fólkið hjá Jehova?

  7. Hvat sannførir teg um, at Guds ríki stjórnar?

  8. Hvussu vísa vit, at vit stuðla Guds ríki?