Far beinleiðis til innihaldið

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Jehova vitni

Føroyskt

Okkara kristna lív og tænasta – arbeiðshefti  |  Juli 2017

 LÍVIÐ SUM KRISTIN

Góður atburður við hurðarnar

Góður atburður við hurðarnar

Sonn kristin eru ein „sjónleikur“ fyri heiminum. (1Kor 4:9) Tí skuldi tað ikki komið óvart á okkum, um onkur eygleiðir okkum úr einum vindeyga ella lurtar eftir okkum innan fyri hurðina. Summi hava kanska eitt vakmyndatól og eina mikrofon, so tey bæði kunnu síggja okkum og hoyra okkum og enntá gera eina upptøku av okkum. Her eru nøkur uppskot til, hvussu vit kunnu hava góðan atburð við hurðarnar. – 2Kor 6:3.

FÓLKASKIKKUR (Flp 1:27):

  • Vit mugu vísa virðing fyri privatlívinum við ikki at gløa inn gjøgnum vindeyguni. Vit skulu ikki eta, drekka, ringja ella senda sms, meðan vit standa við hurðina

TALA (Ef 4:29):

  • Tá ið vit standa við hurðina, skulu vit ikki siga nakað, sum húsfólkini ikki mugu hoyra. Summir boðarar velja kanska slett ikki at tosa saman, tí teir vilja savna tankarnar um tað, teir ætla at siga

Hvussu kanst tú annars vísa góðan atburð við hurðarnar?