Stillingar til upplesara

Search

Vel mál

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Far beinleiðis til innihaldið

Jehova vitni

Føroyskt

OKKARA KRISTNA LÍV OG TÆNASTA – ARBEIÐSHEFTI JULI 2016

25.-31. juli

SÁLMARNIR 79-86

25.-31. juli
  • Sangur nr. 138 og bøn

  • Innleiðandi viðmerkingar (3 min. ella minni)

DÝRGRIPIR ÚR GUDS ORÐI

  • Hvør er týdningarmesti persónurin í tínum lívi?(10 min.)

    • Sl 83:2-6 – Vit eiga at hava navn Jehova og hansara fullveldi fremst í huga (w08 15/10 13 stk. 7-8)

    • Sl 83:17 – Eru vit trúføst og halda á, ærir tað Jehova (w08 15/10 15 stk. 16)

    • Sl 83:18, 19 – Jehova er týdningarmesti persónurin í alheiminum (w11 15/5 16 stk. 1-2; w08 15/10 15-16 stk. 17-18)

  • Leita eftir andaligum gimsteinum (8 min.)

    • Sl 79:9 – Hvat lærir hetta ørindið okkum um bøn? (w06 15/7 12 stk. 5)

    • Sl 86:5 – Á hvønn hátt er Jehova „til reiðar at fyrigeva“? (w06 15/7 12 stk. 9)

    • Hvat hevur bíbliulesingin hesa vikuna lært meg um Jehova?

    • Hvat úr bíbliulesingini hesa vikuna kann eg brúka í boðanini?

  • Upplestur úr Bíbliuni: (4 min. ella minni) Sl 85:9 – 86:17

GER FRAMSTIG Í BOÐANINI

LÍVIÐ SUM KRISTIN

  • Sangur nr. 111

  • Hevur Gud eitt navn? (15 min.) Legg fyri við at vísa jw.org filmin Hevur Gud eitt navn? (Hygg undir ÚTGÁVUR > BØKUR & HEFTI. Finn síðani heftið Góð tíðindi frá Gudi. Filmurin er at finna undir partinum „Hvør er Gud?“) Set síðani hesar spurningarnar: Hvussu kunnu vit brúka henda filmin, tá ið vit boða óformliga, alment og hús úr húsi? Hvørjar góðar upplivingar hevur tú havt við at brúka henda filmin?

  • Samkomubíbliulestur: (30 min.) ia kap. 20 stk. 14-26 og endurtøkuspurningarnar

  • Tak samanum, og sig í stuttum frá skránni í næstu viku (3 min.)

  • Sangur nr. 143 og bøn

    Áminning: Spæl fyrst lagið eina ferð, og bið síðani samkomuna syngja tann nýggja sangin.