Stillingar til upplesara

Search

Vel mál

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Far beinleiðis til innihaldið

Jehova vitni

Føroyskt

OKKARA KRISTNA LÍV OG TÆNASTA – ARBEIÐSHEFTI JULI 2016

 DÝRGRIPIR ÚR GUDS ORÐI | SÁLMARNIR 74-78

Minn teg á verk Jehova

Minn teg á verk Jehova

At grunda um tað góða, Jehova hevur gjørt, hevur stóran týdning

74:16; 77:7, 12, 13

  • Grunda vit um tað, vit lesa í Guds orði, hevur tað stóra ávirkan á okkum, og vit fara at virðismeta ta andaligu føðina enn meira

  • Hugsa vit djúpt um Jehova, hjálpir tað okkum at minnast hansara undurfullu verk og vónina, hann hevur givið okkum

Verk Jehova fevna um:

74:16, 17; 75:7, 8; 78:11-17

  • Skapanarverkið

    Meira vit læra um skapanarverkið, størri verður okkara ærufrykt fyri Jehova

  • Menn, sum hava fingið ábyrgd í samkomuni

    Vit mugu akta teir, sum Jehova velur at ganga undan

  • Frelsugerðir

    Minna vit okkum á frelsugerðir Jehova, styrkir tað okkara álit á, at hann fegin vil og er førur fyri at taka sær av sínum tænarum