Far beinleiðis til innihaldið

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Jehova vitni

Føroyskt

OKKARA KRISTNA LÍV OG TÆNASTA – ARBEIÐSHEFTI JULI 2016

 LÍVIÐ SUM KRISTIN

Kundi tú roynt tað í eitt ár?

Kundi tú roynt tað í eitt ár?

Roynt hvat? At vera pionerur! Tað gevur ríkar signingar. – Orð 10:22.

SUM PIONERUR ...

  • kanst tú gerast ein dugnaligari boðari og koma at dáma betur at ganga í boðanini

  • kanst tú styrkja títt samband við Jehova. Jú oftari tú fortelur øðrum um hann, tess oftari verður tú mintur á hansara einastandandi eginleikar

  • verður tú nøgdur, tí tú setur Ríkisins áhugamál fram um tíni egnu, og tú upplivir gleðina við at geva av tær sjálvum. – Mt 6:33; Áps 20:35

  • verður tú boðin á møtið fyri pionerar, sum verður hildið, meðan fylkisumsjónarmaðurin vitjar, og á serliga møtið, sum verður hildið í sambandi við fylkisstevnuna, og eisini á pionerskúla

  • fært tú møguleika fyri at byrja og leiða fleiri bíbliulestrar

  • fært tú verið meira saman við trúarfelagum, og tit kunnu harvið styrkja hvønn annan. – Ró 1:11, 12